Føroya Psoriasisfelag
FRAMSÍÐA
VIÐTØKUR FELAGSINS
NEVNDARLIMIR
AÐRAR HEIMASÍÐUR
INNIHALDSYVIRLIT


NÝGGJAST


Sjúklingar sleppa ikki...
ph.d. ritgerð um psori...
Viðgerðartúrur fyri ps...
Viðgerðartúri til Kroa...
VIÐGERÐARTÚRURIN 2020
Aðalfundurin útsettur
Aðalfundur felagsins 2020
Famløga um kanning av ...


Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.

Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.

    Les meira . . .   


01-02-2018

Virkin evni ímóti psoriasis







Tey, sum hava ella fáa psoriasis mugu fyrst og fremst tosa við lækna/húðlækna um sjúkuna, og hvør viðgerð er best hóskandi í hvørjum einstøkum føri.

Í mong ár hava serligar salvur, krem, gelé, sjampo og ymisk flótandi evni verið brúkt ímóti psoriasis.

Sum viðgerðarevni hava tey øll ymsar fyrimunir og ymsar vansar.

Tað, sum oftast er avgerandi fyri hvat slag av virknum evni er best hóskandi at brúka er, hvør partur av kroppinum er raktur av psoriasis, og hvussu støðan hjá sjúklinginum annars er.

Avmarkað lokal viðgerð
Tá talan er um psoriasis á ávísum avmarkaðum økjum á kroppinum verður viðgerðin nevnd lokal ella avmarkað.
Til slíka viðgerð verður vanliga brúkt salva, krem, gelé, sjampo og flótandi evni.

Salva
Tá talan er um psoriasis í hárbotninum er ein av møguleikunum at smyrja serliga salvu niður í hárbotnin.
Her eigur at vera nevnt, at av tí at vaselin er í slíkari salvu er eisini feitt í salvuni. Hetta ger, at salva, sum er smurd í hárbotnin, ikki er so løtt at vaska úr aftur hárbotninum.
Hinvegin hóskar henda salvan seg sera væl, tá t.d. tørvur er á at bloyta upp skorpu, sum er løgst í hárbotnin.

Gelé
Vanliga verður sagt, at gelé er betur hóskandi at smyrja í hárbotnin enn salva, tí salva feittar hárið meira enn gelé. Tað eigur eisini at vera nevnt, at tað er lættari at smyrja gelé enn salvu í hárbotnin, og lættari at vaska gelé úr aftur hárbotninum.
Tað eigur eisini at vera nevnt, at gelé kann brúkast allastaðni har hár eru á kroppinum.

Krem
Tað mest vanliga er at brúka krem, tá talan er um mest sjónligu partarnar av likaminum. Tí kunnu vit siga, at krem er eitt slag av kosmetisktum evni. Og tí hóskar krem seg væl at brúka, tá talan er um psoriasis í anlitinum.
Gev gætur, at av tí, at konserveringsevni er í kremi, kann kremið elva til ovurviðkvæmi.


Upployst evni

Tá talan er um “upployst evni” ímóti psoriasis er talan um eina tunna klára vesku, sum er løtt at brúka um allan kroppin.
Hetta slagi verður eisini brúkt, tá talan er um neglapsoriasis.

Sjampo
Tá talan er um sjampo ímóti psoriasis er vanliga talan um sjampo, ið inniheldur tjøru. Sjampo verður brúkt til mildari psoriasis í hárbotninum.






FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn

Formaður:
Kathrina F. Hansen.

Telefon:
50 63 63

Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com

Limagjaldið er
kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.

Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9


29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.