|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
15-01-2018
Gunnar Lomholt var fyrstur at kanna psoriasis í Føroyum
Tann fyrsti at kanna psoriasissjúkuna í Føroyum var danski læknin Gunnar Lomholt.
Hetta var meðan hann var lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið 1947-48.
Hann setti sær fyri at kanna og skráseta øll, sum høvdu psoriasis í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoy; samstundis setti hann sær fyri at kanna ættarbregði í sambandi við psoriasissjúkuna.
Hetta arbeiðið skipaði hann á tann hátt, at hann vitjaði í bygdum og húsum og sóknaðist eftir fólki, sum høvdu psoriasis. Til kanningina gjørdi hann tvey umfatandi spurnabløð, sum hann fekk tey sjúku, at svara. Kanningin av hvørjum einstøkum sjúklingi tók 1½-2 tímar.
Í kanningini høvdu 2,8% psoriasis.
Samstundis kannaði hann eisini ættarbregði í sambandi við sjúkuna; tað vil siga, at hann eisini spurdi og kannaði foreldur, systkin, abbar, ommur og onnur í ættini.
Kanningin var so mikið umfatandi, at hon fevndi um 1/3 av fólkatalinum í Føroyum 1947.
Seinni skrivaði og vardi Gunnar Lomholt doktararitgerð um psoriasis í Føroyum; ritgerðin var givin út á enskum í 1963, og hevur heitið PSORIASIS prevalence, sportaneous course and genetics. A census study on the Prevalence of skin diseases on the Faroe Islands.
Í ensku útgávuni er ein samdráttur á donskum; áhugaverda doktararitgerðin er til láns á Býarbókasavninum í Havn.
Um myndina niðanfyri: Í vinstru síðu síggja vit hvar á kroppinum tey kannaðu hava psoriasis. Og hinvegin síggja vit um tey kannaðu hava psoriasis: sjáldan (rare), av og á (frequent), altíð (constant).
Tann fyrsti at kanna psoriasissjúkuna í Føroyum var danski læknin Gunnar Lomholt.
Hetta var meðan hann var lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsið 1947-48.
Hann setti sær fyri at kanna og skráseta øll, sum høvdu psoriasis í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoy; samstundis setti hann sær fyri at kanna ættarbregði í sambandi við psoriasissjúkuna.
Hetta arbeiðið skipaði hann á tann hátt, at hann vitjaði í bygdum og húsum og sóknaðist eftir fólki, sum høvdu psoriasis. Til kanningina gjørdi hann tvey umfatandi spurnabløð, sum hann fekk tey sjúku, at svara. Kanningin av hvørjum einstøkum sjúklingi tók 1½-2 tímar.
Í kanningini høvdu 2,8% psoriasis.
Samstundis kannaði hann eisini ættarbregði í sambandi við sjúkuna; tað vil siga, at hann eisini spurdi og kannaði foreldur, systkin, abbar, ommur og onnur í ættini.
Kanningin var so mikið umfatandi, at hon fevndi um 1/3 av fólkatalinum í Føroyum 1947.
Seinni skrivaði og vardi Gunnar Lomholt doktararitgerð um psoriasis í Føroyum; ritgerðin var givin út á enskum í 1963, og hevur heitið PSORIASIS prevalence, sportaneous course and genetics. A census study on the Prevalence of skin diseases on the Faroe Islands.
Í ensku útgávuni er ein samdráttur á donskum; áhugaverda doktararitgerðin er til láns á Býarbókasavninum í Havn.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|