|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
30-01-2018
Ester Weihe Jacobsen hevur kannað 877 sjúklingar
Ester Weihe Jacobsen, ið er lækni, hevur kannað meginpartin av teimum, sum hava psoriasis í Føroyum. Tað var eitt sindur av tilvild, at Ester fekk áhuga fyri psoriasis. Á einum fundi fyri føroysk læknalesandi, sum Landssjúkrahúsið skipaði fyri, spurdi sjúkrahússtjórin, um nakar hevði áhuga fyri at gjøgnumganga arkivið hjá Høgna Debes Joensen, sum virkaði sum húðlækni í Føroyum frá 70unum fram til 90ini.
Eitt granskingarár í Føroyum Ester bjóðaði seg fram til at gera hetta arbeiði og fekk eitt granskingarár í Føroyum, ið millum annað skuldi brúkast til at skráseta allar psoriasis tilburðir í Føroyum. Hon gjøgnumgekk bæði tað handskrivaða arkivið hjá Høgna Debes Joensen og allar tær journalir, ið vóru komnar afturat síðani.
711 fingu staðfest psoriasis 877 fólk, ið áður høvdu fingið staðfest psoriasis, vórðu boðin til kanningar. Hjá 711 varð sjúkan staðfest aftur við kliniskari kanning. Tað var eitt risastórt arbeiði bæði at finna og kanna øll hesi fólkini. Eg brúkti ein hálvan tíma til at kanna hvønn einstakan. Tey svaraðu eini rúgvu av spurningum um sjúkuna, kost og lívsførslu annars. Síðani vórðu tey vigaði og mátaði, og blóðroyndir vórðu tiknar.
Sjúkan kann vera ógvuliga ymisk Eg gjørdi eisini eina nágreiniliga meting av, hvussu álvarslig sjúkan var hjá hvørjum einstøkum, sigur Ester. Nógv sløg av psoriasis eru, og tað kann vera ógvuliga ymiskt, hvussu ring sjúkan er. Summi hava bert eitt sindur av turrari húð á einum alboga, meðan onnur kunnu hava reytt brunafongt útbrot við tjúkkum stearinlíknandi flusi um allan kroppin.
Ógvislig árin Tey kunnu vera illa plágað av skriða, og nøkur fáa eisini psoriasisgikt, sum er ógvuliga pínufult og oyðileggur liðini, greiðir Ester frá. Sjúkan hevur ógvislig árin á tilveruna hjá teimum, ið eru hart rakt. Fleiri hava sagt mær frá, hvussu ótespiligt og strævið tað er, at songin er full av blóðblettum og flusi hvønn morgun, tá tey vakna.
Missa flus av húðini Tey kunnu heldur ikki standa í einum køki og gera mat, tí tey missa flus av húðini alla tíðina, og tey aftra seg við at rætta hondina fram, tí tey føla, at fólk vamlast við tey, sigur Ester. Psoriasis verður millum annað viðgjørt við hormonsalvu, sum ikki kann brúkast leingi, tí hon slítur húðina.
Sólviðgerð kann hjálpa eina tíð Psoriasissjúklingar verða eisini sendir til sólviðgerð í øðrum londum, sum virkar væl, men bert eina tíð. Tey, ið eru ringast fyri, føla seg rættiliga hjálparleys, tí viðgerðin er drúgv, tíðarkrevjandi og ikki altíð so effektiv. Nøkur geva bara upp og hava so ein stóran loynidóm undir klæðunum, sum tey skulu liva við, sigur hon.
Arvur og umhvørvi Ph.d. verkætlanin hjá Ester skal byggja á tað arbeiðið, hon longu hevur gjørt. Hon hevur fingið samstarv við granskarar á donskum sjúkrahúsum, sum hava hollar royndir á økinum. Vit kenna enn ikki rættiliga orsakirnar til psoriasis, og stórur vísindaligur áhugi er tí fyri gransking í hesi sjúkuni. Fleiri kanningar hava víst, at fleiri orsøkir eru til, at fólk fáa psoriasis. Arvur hevur stóran týdning, men eisini umhvørvi hevur ávirkan á, um sjúkan brýtur út.
Roknað verður við aðrastaðni, at umleið 3 prosent av fólkinum hava psoriasis.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|