Føroya Psoriasisfelag
FRAMSÍÐA
VIÐTØKUR FELAGSINS
NEVNDARLIMIR
AÐRAR HEIMASÍÐUR
INNIHALDSYVIRLIT


NÝGGJAST


Sjúklingar sleppa ikki...
ph.d. ritgerð um psori...
Viðgerðartúrur fyri ps...
Viðgerðartúri til Kroa...
VIÐGERÐARTÚRURIN 2020
Aðalfundurin útsettur
Aðalfundur felagsins 2020
Famløga um kanning av ...


Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.

Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.

    Les meira . . .   


01-02-2018

Viðgerð við evnum, ið innihalda tjøru




Tjøra og evni, ið innihalda tjøru hava verið brúkt ímóti psoriasis langt aftur í tíðina.

Nøkur evni av hesum slag kunnu fáast í hondkeypi á apotekunum, men hóast hetta, er skilabest at tosa við lækna áðrenn voðgerðin byrjar.

Evnini hava oftast góða ávirkan, tá talan er um "Plettpsoriasis".

Vanliga verður evni smurt á húðina 1-2 ferðir um dagin, og tá nakrar vikur eru farnar merkist vanliga bati.

Evni, sum innihalda tjøru mugu undir ongum umstøðum smyrjast har sár eru ella í sár.

Tey, sum hava eitt sindur av psoriasis í hárinum kunnu brúka sjampo, ið inniheldur tjøru.

Hjáárin:
Vanliga verður húðin ójøvn á liti av viðgerðini. Roknast kann eisini við, at luktur av tjøru setur seg í húðina og klæðini. Tað er ein stórur trupulleiki hjá mongum.

Eftir viðgerð við evnum, sum innihalda tjøru, gerst húðin meira sárbar, tá talan er um sólarljós, tí er umráðandi at verja húðina væl ímóti sterkum sólarljósi. Verður tað ikki gjørt kann tað elva til bløðrur, ovurviðkvæmi og aðrar álvarsamar trupulleikar.








FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn

Formaður:
Kathrina F. Hansen.

Telefon:
50 63 63

Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com

Limagjaldið er
kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.

Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9


29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.