|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
23-02-2018
Kathrina F. Hansen nýggj forkvinna hjá Psoriasisfelagnum
Á aðalfundinum hjá Psoriasisfelagnum 21. februar 2018 var Kathrina F. Hansen vald til forkvinnu. Kathrina tekur við eftir, at Majgunn Erlandsdóttir Nolsøe hevur verið forkvinna í 28 ár.
Kathrina F. Hansen greiðir soleiðis frá síni bakgrund í felagnum: Eg havi havt psoriasis síðan eg var 16 ára gomul. Sjúkan tók seg upp eftir, at eg hevði havt hálsbruna; eg fekk brádliga reydligar prikkar á armin, sum eg ikki áður hevði sæð, og visti tí heldur ikki, hvat tað snúði seg um.
Tí fór eg sjálvandi til lækna fyri at fáa hetta kannað, og tað var heilt skjótt, at tað var staðfest, at talan var um Psoriasis. Mamma valdi beinanvegin at meldað meg inn í Psoriasisfelagið, og her havi eg verið síðan. Eg havi verið sera glað fyri at verið í felagnum, og altíð følt at tað hava verið fólk, ið eg havi havt møguleika at vent mær til, um tað hevur verið eitthvørt.
Lat meg her eisini nevna, at eg eri so heppin, at eg - tvær ferðir - eri sloppin til Kroatia til viðgerð. Í Kroatia hava tey heilsumiðstøðir, sum eru serútgjørdar til fólk, sum hava húðsjúkur.
Tann viðgerðin hevur rigga sera væl hjá mær, og tí kann eg mæla øðrum, sum hava psoriasis, til at royna hendan møguleikan.
Tey sum hava áhuga kunnu ringja ella senda felagnum ein fyrispurning.
Eisini kann leggjast afturat at eg eri 30 ár - búgvi í Vestmanna - saman við manninum Páll og tveimum børnum. Í løtuni gangi eg á 2. ári í Miðnámi í Vestmanna.
Viðvíkjandi nevndarvalinum: Eitt mál á skránni á aðalfundinum var nevndarval.
Á aðalfundinum í 2017 vóru hesi 5 vald í nevnd felagsins:
Forkvinna: Majgunn Erlandsdóttir Nolsø. Næstf: Eydna Dam. Skrivari: Beinta Seyer. Kassameistari: Sólarn Isaksen. Nevndarlimur: Rógvi Rasmussen.
Í sambandi við nevndarvalið eigur at vera nevnt, at eins og í fleiri øðrum feløgum í Føroyum, hevur tað ikki altíð verið lætt at fáa fólk at lata seg velja í nevndina í Psoriasisfelagnum.
T.d. hevur Majgunn Erlandsdóttir Nolsøe verið forkvinna í felagnum í 28 ár, men á fundinum boðaði hon frá, at í ár stillaði hon ikki upp til nevndarvalið. Eydna Dam, sum eisini hevur verið nevndarlimur í nógv ár boðaði eisini frá, at nú hevði hon lagt so nógvar kreftir í nevndararbeiði, at nú máttu onnur taka yvir.
Hetta hevði so við sær, at nýggj andlit vóru vald í nevndina. Tá nevndarvalið var avgreitt skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Kathrina F. Hansen. Næstf: Maiken Madsen. Skrivari: Beinta Seyer. Kassameistari: Sólarn Isaksen. Nevndarlimur: Sonja N. Thomsen.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|