Føroya Psoriasisfelag
FRAMSÍÐA
VIÐTØKUR FELAGSINS
NEVNDARLIMIR
AÐRAR HEIMASÍÐUR
INNIHALDSYVIRLIT


NÝGGJAST


Sjúklingar sleppa ikki...
ph.d. ritgerð um psori...
Viðgerðartúrur fyri ps...
Viðgerðartúri til Kroa...
VIÐGERÐARTÚRURIN 2020
Aðalfundurin útsettur
Aðalfundur felagsins 2020
Famløga um kanning av ...


Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.

Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.

    Les meira . . .   


23-10-2018

Kostur




Ongar vísindaligar kanningar hava prógvað, at kostur hevur ávirkan á psoriasis.
Lat okkum kortini nevna, at onkur kanning hevur víst, at kostur kann hava jaliga ávirkan á psoriasis. Tá skal minkast um animalskt feitt í kostinum, samstundis sum etið verður meira av frukt, grønt, feitum fiski, sum t.d. makrel, laks og sild

Et omega 3 feittsýrur !
Tað eru tvey sløg av fleirmettaðum feittsýrum. Talan er um omega-6 feittsýrurnar, sum t.d. eru í mjólk, kjøti og osti. Hin bólkurin verður nevndur omega-3 feittsýrur; tær eru t.d. í fiski. Heilsuliga hava Omega-3 feittsýrur størri týdning enn omega-6 feittsýrurnar. Tí verður mælt til at eta fisk.
Feittsýrurnar hava stóran týdning, tá kyknur og signalevni verða skapt. Signalevnini ávirka imunverjuna, sum gerst virkin t.d. tá sár skulu lekjast.

Meira fisk og minni kjøt
Tá ið sigalevnini eru skapt úr omega-6 feittsýrum, hava tey lindi til at gerast ov virkin; tað kann hava óhepna ávirkan á psoriasis.
Hetta ger seg ikki galdandi, tá talan er um omega-3 feittsýrur. Tí hava nøkur, sum hava psoriasis, gagn av at eta fisk ella fiskaoljutablettir, og samstundis minka um mjólk, ost og kjøt.







FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn

Formaður:
Kathrina F. Hansen.

Telefon:
50 63 63

Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com

Limagjaldið er
kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.

Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9


29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.