|
Tað ber til at senda føroysku Apotekunum spurning um m.a. heilsu, heilivág, og persónliga røkt.
Spurningar verða svaraðir av fakfólki á apotekunum innan 14. dagar.
Les meira . . .
|
|
|
|
02-05-2022
Ester Weihe hevur vart ph.d. ritgerð um psoriasis
Psoriasis er arvalig sjúka, men umhvørvi og lívsstílur spæla eisini ein stóran leiklut, sigur Ester Weihe Jacobsen, sum hevur vart sína ph.d. ritgerð um psoriasis í Føroyum.
Hví hava nógvir føroyingar psoriasis, og hvussu ber tað til, at fleiri í eini familju hava sjúkuna?
Hetta er millum annað tað, sum Ester Weihe Jacobsen, lækni, hevur skrivað stóra phd. ritgerð um. Í farnu viku vardi hon ritgerðina.
Ester Weihe Jacobsen hevur brúkt eini 700 persónar við psoriasis, og sum hava verið hjá húðlækna.
- Út frá okkara kanning hava umleið 2,2 prosent av føroyingum psoriasis, men talið er væntandi væl hægri, tí vit hava bert havt samband við tey, sum hava verið hjá húðlækna, sigur Ester Weihe Jacobsen, sum vísir á, at næsti liður í granskingini kundi verið at fingið samband við fólk við psoriasis gjøgnum kommunulæknaviðtalurnar.
Endamálið við stóru verkætlanini er at fáa vitan um sjúkuna í Føroyum, og hvussu til ber at viðgera á besta hátt.
|
|
|
|
|
FØROYA PSORIASISFELAG
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Formaður:
Kathrina F. Hansen.
Telefon:
50 63 63
Teldupostur:
joensen.kathrina@gmail.com
Limagjaldið er kr. 200 um árið.
Fyri pør: kr. 250 um árið.
Limagjaldskonto felagsins: 9181 - 185.135.9
29. oktober er altjóða Psoriasisdagur.
|
|
|
|