Klimaviðgerð
Í samstarvi við Giktafelag Føroya umsitir Føroya Psoriasisfelag eitt viðgerðartilboð uttanlands, sum fólk við gikt ella psoriasis kunnu søkja um at fáa.
Samband
Hevur tú spurningar um klimaviðgerð? Skriva til okkum — vit svara sum skjótast.
Um klimaviðgerð
Í samstarvi við Giktafelag Føroya umsitir Føroya Psoriasisfelag eitt viðgerðartilboð uttanlands, sum fólk við gikt ella psoriasis kunnu søkja um at fáa. Talan er um eitt viðgerðartilboð undir bestu klimatisku umstøðum, sum fleiri føroyingar árliga hava notið gott av.
Viðgerðartilboðið verður bjóðað í samstarvi við ein útlendskan fyriskipara og Naftalan, sum er ein viðgerðarstovnur í Kroatia, og verður fíggjað av Føroya Landsstýri. Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag senda út kunning, tá til ber at søkja.
Venjing í bestu klimatisku viðurskiftum, vanliga kallað klimaviðgerð, er ein viðgerðarháttur, sum verður veittur sjúklingum við psoriasis og gikt. Ólíka vanligum viðgerðarmøguleikum, er talan um eitt viðgerðartilboð, sum verður veitt uttanlands, í Naftalan í Kroatia, og sum verður skipað av sjúklingafeløgunum Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag.
Klimaviðgerðin hevur áður verið veitt umvegis sjúkrahúsverkið, sum í 2021 støðgaði hesari viðgerð. Síðan 2023 hava sjúklingafeløgini sjálvi staðið fyri viðgerðini, umvegis stuðul frá Føroya Landsstýri.
Játtanin til klimaviðgerð
250.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag
500.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag
500.000 kr. til Føroya Psoriasisfelag
Játtanin til bæði feløgini er oyramerkt til klimaviðgerð, og kemur ikki feløgunum til gagns á annan hátt.
Hvussu umsita feløgini viðgerðina?
Feløgini hava sett ein arbeiðsbólk, mannaður við umboðum frá Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag, sum tekur sær av klimaviðgerðini og øllum tí praktiska, sum hartil hoyrir: fyriskipan av túri, flogferðaseðlum, samskifti við viðgerðarstovn og veitara, umframt at framleiða oyðubløð og mannagongdir.
Gjøgnumgongdin er skipað soleiðis, at ein læknafaklig meting verður gjørd fyri allar innkomnar umbønir, og tað er læknin, sum avger, hvør fær tilboðið bjóðað. Hareftir hava umboð úr bólkinum givið umsøkjarunum boð.
Læknin, sum játtaði at meta um innkomnu umbønirnar, var fyrrverandi kommunulækni, Jenis av Rana, sum eftir at hava lisið umbønirnar eisini hevur havt samrøðu við sjúklingarnar.
Mannagongd fyri at søkja
Fyri at kunna søkja, er krav um at:
- ein hevur staðfest psoriasis- ella giktasjúku
- ein er limur í Giktafelag Føroya ella Føroya Psoriasisfelag
Umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað (sum samstundis er ein støðulýsing). Tá ið umsóknarskjalið er útfylt, sendir umsøkjari eitt avrit til visiterandi lækna, Jenis av Rana. Umsóknarblaðið kann fyllast út alt árið, men kann einans sendast læknanum eftir fráboðan frá feløgunum.
Eftir meting verða umsøkjarar, sum verða mettir skikkaðir, kallaðir inn til viðtalu. Viðtalan er grundarlag undir metingini og er ein ítøkilig gjøgnumgongd av sjúkrastøðuni. Útfrá innkomnum umbønum og plássum á viðgerðartilboðnum í Naftalan, avger læknin, hvør fær viðgerðartilboðið í boði.
Vert er at minna á, at:
- tað altíð er avmarkað pláss, og tí eru tað ikki øll, sum søkja, sum fáa klimaviðgerð bjóðað.
- tað altíð er ein læknafaklig meting, sum er grundarlag undir avgerðini.
- metingin er ein tørvsmeting — ikki ein kø.
- feløgini eru ikki inn yvir avgerðina.
- ferðaleiðari er altíð knýttur at ferðunum (krav frá veitaranum).
Yvirlit yvir sjúklingar, sum hava fingið klimaviðgerð
- 2023 — Umsøkjarar: 24 · Váttaðar umsóknir: 12 (+1) (6 psoriasis, 6 gi
