Reglugerð

Reglugerð fyri Føroya Psoriasisfelag

Her finnur tú endamál felagsins og lógina (reglugerðina) fyri Føroya Psoriasisfelag, við paragrafum og mannagongdum.

Skjótt yvirlit

Seinast dagført á aðalfundi í februar 2025. Lógarbroytingar og uppsagnir fylgja ásetingunum í §§ 8–9 og § 3.

Skjal

Endamál felagsins

Endamál felagsins er:

  • At veita upplýsing og savnan um psoriasis
  • At finna hóskandi arbeiði og hóskandi frítíðarítriv til Psoriasis sjúklingar
  • At fremja samstarv við avvarðandi stovnar, læknar og onnur, ið hava við Psoriasis sjúklingar at gera
  • At veita upplýsing um viðgerðarmøguleikar
  • At skipa fyri klimaviðgerð
  • At samarbeiða við Psoriasis feløg á norrønum og atljóðastigi
Lóg fyri Føroya Psoriasis Felag Paragrafer

Hetta skjal lýsir navn og heimstað, endamál, limaskap, limagjald, aðalfund, nevnd, roknskap, lógarbroyting og avtøku av felagnum.

§ 1. Navn og heimstaður Grund

Føroya Psoriasis Felag. Tórshavn

§ 2. Endamál felagsins er Endamál
  • At veita upplýsing og savnan um psoriasis
  • At finna hóskandi arbeiði og hóskandi frítíðarítriv til Psoriasis sjúklingar
  • At fremja samstarv við avvarðandi stovnar, læknar og onnur, ið hava við Psoriasis sjúklingar at gera
  • At veita upplýsing um viðgerðarmøguleikar
  • At skipa fyri klimaviðgerð
  • At samarbeiða við Psoriasis feløg á norrønum og atljóðastigi
§ 3. Limir Limaskapur
  • Einstaklingar, hjún, feløg og stovnar kunnu gerast limir
  • Um limaskapur verður uppsagdur má hetta gerast við einum mánað ávaring. Limagjald verður ikki endurgoldið.
§ 4. Limagjald Gjald
  • Limagjald verður ásett á aðalfundinum.
  • Felagið tekur ímóti møguligum stuðli frá einstaklingum, stovnum og tí almenna.
§ 5. Aðalfundurin Aðalfundur
  • Aðalfundurin er hægsti myndugleiki.
  • Aðalfundurin verður hildin árliga og í seinasta lagi 31. mars.
  • Eykaaðalfundur verður at halda, tá 1/3 av limunum ella ein meiriluti av nevndini ynskir tað.
  • Kallað verður inn 4 vikur frammanundan og skal lýsast á almennum stað.
  • Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Aðalfundurin viðger hesi mál:

  • Val av orðstýrara
  • Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar
  • Ársfrágreiðing formansins
  • Arbeiðsætlan fyri komandi ár
  • Limagjald fyri komandi ár
  • Nevndarval
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt
§ 6. Nevndin Nevnd
  • Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum vald á ársaðalfundinum.
  • Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara.
  • 5 nevndarlimir verða valdir fyri 2 ár í senn og 2 tiltakslimir fyri 1 ár.
  • 2 nevndalimir og 2 tiltakslimir verða valdir á aðalfundi líka ár, og 3 nevndarlimir og 2 tiltakslimir á ólíka ár.
  • Nevndar- og tiltakslimir kunnu veljast aftur.
  • Til at binda felagið krevst undirskrivt frá formanni og kassameistara.
  • Við keyp/sølu/veðseting av fastari ogn krevst nevndarsamtykt og undirskrift frá minst 3 nevndarlimum.
  • Gerðabók verður førd yvir tað, sum fer fram á fundum.
  • Hildnir verða minst 6 nevndarfundir og minst 1 limafundur árliga.
§ 7. Roknskapur Roknskapur
  • Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.
  • Ársroknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum grannskoðara ella roknskaparkønum.
§ 8. Lógarbroyting Broyting
  • Uppskot um lógarbroyting skulu vera nevndini í hendi 4 vikur áðrenn aðalfund.
  • Til at samtykka lógarbroyting krevst at minst 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri hesum.
§ 9. Avtøka av felagnum Avtøka
  • Um felagið ynskist avtikið kann hetta fara fram á aðalfundi ella eykaaðalfundi.
  • 2/3 av uppmøttu limunum mugu atkvøða fyri hesum á 2 fylgjandi aðalfundum.
Dagføring Upplýsing

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi felagsins í Tórshavn 3. mars 1985. Seinast dagført á aðalfundi í februar 2025.