Kallað verður hervið inn til aðalfund 5. mars kl 18.00 í hølunum hjá MEGD á Íslandsvegi 10 C í Tórshavn, allir limir felagsins eru vælkomnir.
§ 5. Aðalfundurin
- Aðalfundurin er hægsti myndugleiki.
- Aðalfundurin verður hildin árliga og í seinasta lagi 31. mars.
- Eykaaðalfundur verður at halda, tá 1/3 av limunum ella ein meiriluti av nevndini ynskir tað.
- Kallað verður inn 4 vikur frammanundan og skal lýsast á almennum stað.
- Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
Aðalfundurin viðger hesi mál:
- Val av orðstýrara
- Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar
- Ársfrágreiðing formansins
- Arbeiðsætlan fyri komandi ár
- Limagjald fyri komandi ár
- Nevndarval
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
